Ruðuleiki: Myndugleikarnir steðga dystinum millum Brasil og Argentina

HM-undankappingardysturin millum Brasil og Argentina er fyribils steðgaður av heilsumyndugleikunum

Tað ruðuleiki í Brasil í løtuni, har heilsumyndugleikarnir sjey minuttir inn í HM-undankappingardystin millum Brasil og Argentina hava steðgað dystinum. Orsøkin er, at myndugleikarnir halda, at tríggir spælarar hjá Argentina hava logið við komu til landið.

 

Hetta er stóri dysturin í HM-undankappingini í Suðuramerika, millum tvey tey søguríkastu londini í HM-søguni, sum eisini eru arvafíggindar. Soleiðis skuldu tó ikki blíva í dag, tí dysturin bleiv steðgaður av brasilsku heilsumyndugleikunum, tá sjey minuttir vóru spældir.

 

Tað valdaði ruðuleiki eina løtu, tá ein persónur kom inn á vøllin eftir spælarunum hjá Argentina. Tað tóktist eina løtu ógeitt hvat var hent, men hetta er eitt mál, sum hevur verið undir uppsigling seinastu tímarnar.

 

Orsøkin er, at myndugleikarnir meta at fýra av spælarunum hjá Argentina hava logið um hvar teir hava verið seinastu dagarnar. Talan er um spælararnar í Premier League. Hetta er í samband við koronu og sóttarhaldsreglugerðina.

 

Klokkan 20.30 er enn ikki greitt, um dysturin verður uppaftur tikin, ella hvussu hetta spælir av. Lionel Messi, liðskipari hjá Argentina, og Neymar  hava leingi verið samráðingum við myndugleikar og onnur á vøllinum.