Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar Kommunu endar í dag - og í dag fara eigarafeløg, skótar, ítróttarfeløg og onnur í Tórhavnar kommunu at rudda.
Tórshavnar kommuna letur rusksekkir til endamálið, og teir fáast á hesum støðum:
Á gomlu Brandstøðini í Varðagøtu:
Leygardagin kl. 8.00-17.00
Á Endurnýtsluni á Hjalla:
Leygardag frá 10.00 ? 17.00
Í Kollafirði á bingjuplássinum:
Leygardag kl. 10.00 ? 17.00
Í Nólsoy á bingjuplássinum:
leygardagin 14.00-17.00
Í Norðadali, Kaldbak, Velbastað og Hesti verða posar lagdir við bingjurnar.
Í Syðradali, Kaldbaksbotni, Koltri og á Sundi verða posar bornir út.
Innheintan av burturkasti:
Bingjur til ruski standa á hesum økjum leygardagin 15. mai:
Óðinshædd
Skálatrøð
Løgmannabreyt (við skúlan)
Á parkeringsøkinum við Handilsskúlan
Á parkeringsøkinum við Støðlagøtu á Argjum
Í Havnardali.
Um ikki ber til at avhenda ruskposar á bingjuplássunum, er møguleiki fyri at stilla posarnar fram við vegnum og fáa teir avheintaðar av bilunum hjá kommununi. Í hesum føri skal ringjast inn og siga frá hvar burturkastið stendur. Ringjast kann til Tórshavnar kommunu áðrenn kl. 16.00 á telefon 254010 í Tórshavn, tlf. 254003 í Kollafirði og á tlf. 214069 í Nólsoy.
Í samband við ruddingardagarnar ber eisini til at venda sær til kommununa og boða frá, um størri burturkast frá náttúruni skal avhendast. Ringjast kann til Tórshavnar kommunu áðrenn kl. 16.00 á telefon 254010 í Tórshavn, tlf. 254003 í Kollafirði og á tlf. 214069 í Nólsoy.










