Ruddiligur sigur til ÍF

Flogbóltur: Fleyr byrjaði betur, men tað gekk skjótt hjá ÍF at seta seg á dystin og vinna 3-0

 

ÍF-Fleyr 3-0 (25-13, 25-18, 25-20)


Emil Lisberg Jacobsen


Á Kambsdali vunnu kvinnurnar hjá ÍF 3-0 móti Fleyr. Tað var annars Fleyr, sum legði harðast út og kom á odda 7-1, men so vendi, og eftir tað gekk tað bara tann eina vegin. Settúrslitini vóru 25-13, 25-18 og 25-20, men hóast okkurt av settunum var nokkso javnt í stigum, so hevði heimaliðið allatíðina tamarhald á støðuni, og við sigrinum hava tær lagt seg á næstovast á stigatalvuni.

Komandi vikuskifti spæla Mjølnir og ÍF í Klaksvík, og í Havn hittast Fleyr og Dráttur.