Ruddið upp eftir tykkum

Nú góða veðrið hevur verið um páskirnar, eru tað fleiri, sum hava nýtt høvið til at fara út í hagan at grilla og gera sær mat. Onki ringt um tað, men løgreglan heitir staðiliga á fólk um at rudda betur upp eftir sær. Frá politistøðini í Runavík verður sagt, at fleiri tilburðir hava verið, har fólk hava latið gløðandi rusk og annað ligið eftir sær, og hetta hevur ført nógv óneyðugt arbeiði við sær.
? Fólk sløkkja ikki nóg væl út. Tey lata tað liggja og gløða, so tá myrkrið kemur á, so sær tað út, sum tað er onkur, sum roynir at senda boð, sigur Jógvan Ósá frá politistøðini í Runavík.
Fleiri dømi hava verið nú um páskirnar, og hevur hetta sent bæði politistar og brandmenn út, og hevur tað eisini sett fleiri óneyðugar leitingar í verk.
Løgreglan heitir tí á fólk um at hugsa seg betur um og sløkkja út og rudda uppeftir sær.