Ruddast skal upp og lóggávan gerast einfaldari

- Landsstýrið ásannar, at hesin bólkur av starvsfólkum - starvandi umborð á flogførum - við hesum hevur mist nøkur peningalig rættindi, sum tey hava havt í mong ár, og skjýtur tí við hesum upp, at lógin verður broytt, so eingin ivi er um, at tey sleppa undan at inntøkuføra gjøld, ið landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð, og sum arbeiðsgevarin veitir sum endurgjald fyri flogfarastarvið uttan mun til, um tey liggja nátt í øðrum landi ella ikki, verður m.a. sagt í nýggja uppskotinum um landsskatt og kommunuskatt, sum hevur fleiri broytingar við sær á fleiri økjum

Ólavur í Beiti


- Føroyska skattaskipanin verður fyrisitin av Toll- og Skattaráð Føroya og Toll- og Skattstovu Føroya. Landsstýrið heldur tí, at rættast er, at tað eisini er Toll- og Skattaráðið, sum fær myndugleikan at veita skattafrælsi til persónar, sum vinna inntøkurnar í samband við kirkjulig ella manngóð endamál og til felagsskapir, sum sambært viðtøkunum einans nýta inntøkurnar til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listarlig, vísindalig ella tílík endamál, sigur Signar á Brúnni í viðmerkingunum til uppskotið.

- Uppihaldspeningur til børn yngir enn 18 ár og hjúnafelaga, sum tað almenna hevur álagt einum persóni at rinda, hevur síðani 1. januar 1997 verið skattskyldugur hjá ávikavist barninum og hjúnafelaganum. Hinvegin hevur persónurin, sum hevði skyldu til at rinda uppihaldspeningin, kunna fingið endurgoldið 50% av goldnu upphæddini í stuðli úr landskassanum. Uppskot verður nú lagt fram fyri løgtingið um at strika stuðulslógina, og samstundis verður uppihaldspeningur til børn og hjúnafelaga við hesum uppskoti gjørdur skattafríur. Við tað, at stuðulslógin samstundis verður tikin av, sum henda broyting kemur í gildi, fer uppskotið væntandi ikki at hava eyka útreiðslur við sær fyri landskassan.

- Lóggávan um skatting av vinningum frá spølum hevur verið sera ógreið og í einstøkum førum beinleiðis misvísandi. Ein arbeiðsbólkur varð settur at rudda upp á økinum og gera lóggávuna einfaldari. Hetta hevur eisini við sær broytingar í skattalógini.


Telda ikki skattskyldug inntøka

- Nógv starvsfólk ráða í dag yvir teldu, ið arbeiðsgevarin hevur latið - telda, sum kann verða nýtt í arbeiði og privat. Tann í dag nógv nýtta farteldan hevur við sær møguleikan at kombinera arbeiðs- og privattelduna. Hetta hevur við sær størri fleksibilitet í tilrættaleggingini av arbeiðinum; m.a. ber tað í ávísum førum til at verða heima og arbeiða, og møguleika at hava teldu við sær í arbeiðsørindum. Við atliti til galdandi lóg hevur ein ávís óvissa og eftirlitstrupulleiki verið, tá fáir ella ongir eftirlitsmøguleikar hava verið. Sambært galdandi lóg er telda ikki undantikin skattskyldu.

- Fyri at fáa hesa óvissu burtur á hesum øki, verður uppskot sett fram um, at privata nýtsluvirðið av teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í sambandi við arbeiði, ikki telist til ta skattskyldigu inntøkuna, sjálvt um teldan o.a. eisini kann nýtast privat. Hetta hevur ongar fíggjarligar útreiðslur við sær og umsitingarliga vil hetta verða ein lætti, vísir Signar á brúnni á sum hevur lagt uppskotið fyri tingið vegna landsstýrið.


Starvsfólk á flogførum

- Starvsfólk umborð á flogførum hava í mong ár fingið útgoldnan tíma-og dagpening, sum arbeiðsgevarin hevur rindað sum endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við starvið, skattafrían. Við gildi frá 1. januar 1998 hava líkningarmyndugleikarnir kravt, at starvsfólk umborð á flogførum skulu skattast av hesum peningi uttan so, at tey hava ligið nátt yvir í útlondum.

- Landsstýrið heldur, at hesin starvsfólkabólkur skal varðveita síni rættindi, og skjýtur tí upp, at landsstýrismaðurin í skattamálum fær heimild í kunngerð at áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Tá talan er um at varðveita eina higartil galdandi mannagongd, hevur broytingin hvørki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær.


Tænastufólk

- Tað hevur víst seg at verið trupult at manna størv innan fyri almennu tænastuna, sum krevja fólk við serligum fakligum førleika. Neyðugt hevur tí verið at troytt møguleikarnar á útlendskum arbeiðsmarknaðum. Prísurin fyri slíka arbeiðsmegi er sjálvsagt hægri.

- Landsstýrið heldur tað tí vera skilagott at veita lætta yvir skattaskipanina í hesum føri. Tí verður skotið upp, at persónar, sum koma til Føroya í bráðfeingis arbeiðsørindum, sleppa undan skatti av fríari ferð og fríum bústaði. Mett verður, at broytingin fer ikki at hava stórar útreiðslur ella krøv til umsiting við sær, tí roknað verður ikki við, at stórt tal av skattgjaldarum koma at fáa hesar sømdir.


Danida

Við løgtingslóg nr. 16 frá 27. februar 1996 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, varð við § 29a møguleiki fyri at frítaka skattskyldugar persónar fyri skatt av inntøku, sum forvunnin varð fyri arbeiði, sum Danida skipar fyri og fíggjar. Henda áseting varð tó tíðaravmarkað frá 1. januar 1995 til og við 31. desember 1997.

- Endamálið hjá landsstýrinum í 1996 at seta § 29a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt í gildi var m. a., at betra um møguleikarnar hjá føroyskum vinnuvirkjum at bjóða uppá arbeiði, sum Danida felagsskapurin skipar fyri og fíggjar. Ætlanin hjá landsstýrinum var harafturat at skapa somu skattligu fortreytir hjá teimum persónum, sum vórðu útsendir av føroyskum vinnuvirkjum til Danidaverkætlanir, sum fyri teirra donsku starvsfelagar.

- Avgjørt var, at lógin skuldi vera tíðaravmarkað fyri tíðarskeiðið 1995-1997 fyri at fáa møguleika at endurskoða skipanina og meta, um neyðugt var at halda fram eftir hetta tíðarskeið. Landsstýrið ynskir við hesum lógaruppskoti at seta § 29a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt í lógina aftur.

- Arbeiðið, sum teir útsendu hava gjørt í sambandi við Danidaverkætlanir, er á einum høgum fakligum støði. Hetta hevur merkt, at teir, sum hava verið útsendir og harvið eisini teirra virkir, hava fingið eina vitan og nakrar royndir, sum teir annars ikki høvdu fingið. Teir hava við hesum fingið betri møguleikar framyvir fyri at luttaka í kappingum um størri arbeiðsuppgávur í útlandinum, og eisini fáa teir nýtt royndirnar frá útlandinum í sambandi við arbeiðsuppgávur/verkætlanir í Føroyum.


7 persónar útsendir

Í tíðarskeiðinum 1995 til 1997 vóru 7 persónar útsendir av føroyskum vinnuvirkjum í samband við Danidaverkætlanir, sum komu undir § 29a. Persónarnir, ið útsendir vóru, hava ein serkunnleika á ávísum økjum, og hava hesir verið fult frítiknir fyri at gjalda skatt í 1 til 6 mánaðir; ein persónur tó í eitt ár. Bruttolønin hjá teimum útsendu hevur verið 25.000 kr. um mánaðin, vísti Signar á Brúnni á.

- Viðmerkjast skal, at ein stórur partur av arbeiðinum í sambandi við Danidaverkætlanir fer fram í Føroyum. Inntøkurnar sum koma frá hesum arbeiðum verða uppgjørdar serskilt, og verða skattaðar, sum vanlig skattskyldug inntøka í Føroyum.

- Í mun til løgtingslóg nr. 16 frá 27. februar 1996 verður mælt til, at reglan ikki longur verður tíðaravmarkað. Hetta tí, at skipanin hevur víst seg at virka uttan trupulleikar, og harafturat er tað óheppið at gera lutfalsliga stuttar tíðaravmarkingar, tá fleiri av verkætlanunum, sum Danida skipar fyri og fíggjar, ganga yvir long tíðarskeið.


Pensjónistafrádráttur

Næsta broytingaruppskot er ein tilpassan av lógini um landsskatt og kommunuskatt til nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu, sum kom í gildi 1. januar 1998. Endamálið við pensjónistafrádráttinum í § 3 í løgtingslóg um áseting av skatti var at tryggja, at pensjónistar, ið bert fingu grundupphæddina, ikki skuldi rinda skatt.

- Samskatting er sett úr gildi fyri øll, eisini fyri pensjónistar, og ónýttur frádráttur eigur sambært galdandi lóg ikki at kunna flytast frá einum pensjónisti til annan. Vísandi til endamálið annars við pensjónistafrádráttinum, nýggju sjálvuppgávuna og framlagda uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan verður tí skotið upp at strika møguleikan fyri at flyta ónýttan frádrátt í kommunuskatti til hin hjúnafelagan. Henda broyting hevur ikki fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar við sær.


Olju- og telefyritøkur

Við gildi frá 1. januar 1997 samtykti løgtingið, at kommunuskatturin hjá peningastovnum, tryggingarfeløgum og vinnurekandi grunnum skuldi býtast millum allar kommunurnar í mun til fólkatalið, uttan mun til í hvørjari kommunu virksemi varð rikið. Við hesum uppskotið verður tað sama galdandi fyri oljusølufyritøkur og telesamskiftisfyritøkur, verður m.a. sagt í viðmerkingunum til hetta uppskotið, sum Signar á Brúnni legði fyri tingið fyrr í mánaðinum