Nakað er, sum bendir á, at føroyingar eru óruddiligir. Í øllum førum um gangast skal út frá undirtøkuni fyri Feng Shui tiltøkunum, sum Synergi skipar fyri í døgunum 16. til 23. oktober.
Í Havn verða tvey tiltøk leygardagin 16. oktober. Eitt fyrrapartin og eitt seinnapartin. Har varð fultteknað fyri langari tíð síðani. Bæði í Fuglafirði og í Sørvági er við at fyllast eisini, meðan klaksvíkingar hava eitt sindur betri tíð.
? Enn eru ikki nóg nógv teknað í Klaksvík til at tryggja, at skeiðið verður, men tað taka vit ikki endaliga støðu til fyrr enn hósdagin, sigur Annika Andreasen frá Synergi.
Virkar positivt
Annika Andreasen sigur, at órudd kann hava vánaliga ávirkan á okkum, og fyrilesturin greiðir frá, hvat órudd er, og hvussu ein kemur í gongd við at rudda.
Tey, sum hava roynt tað, siga, at tað hevur eina ótrúliga positiva ávirkan at fáa at vita, hvat fyri smálutir í tí dagliga ótilvitað eru við til at stressa ein.
Annika greiðir frá, at tað sum skeiðið stutt sagt snýr seg um er at tora at sleppa sínum óruddi.
Hon vísir til eina bók, sum eitur Ryd op i dit rod, sum er um júst hetta evnið, sum tær hava valt.
? Um tú hevur ein vasa, sum tú hevur fingið frá einari mostur ella onkrum, sum stendur tær nær, standandi í stovuni, og tær veruliga ikki dámar hendan vasan, so er hann ótilvitaður við til at fáa tína orku at dala, greiðir Annika frá.
Upprudding er fyrsta stigið í Feng Shui, sum er ein 4000 ára gomul kinversk læra um at skpa góða og flótandi orku í nærumhvørvi okkara. Orðini merkja vatn og vindur. Talan er um meginreglur ið nýtast at skyna millum góðar og vángaligar lokalitetir í landslagnum og geva ábendingar um plasering av húsum og innbúgvi til tess at fremja lívsgóðskuna.
Tað verður Sigrid Sighvatsson, Feng Shui ráðgevi, sum verður skeiðsleiðari.
Fyrstu tiltøkini eru nú leygardagin í Havn. Síðani verður eitt í Klaksvík tann 19, Fuglafirði 21. og í Sørvági 23. oktober.
Freistin at tekna seg til fyrilesturin í Klaksvík er úti tann 14. Og til hinar er freistin tann 17. oktober. Í Havn er sum sagt fultteknað. Kostnaðurin fyri tiltakið er 250 krónur íroknað ein kaffimunn.