Rudda tekjurnar fyri kava

Um vikuskiftið frættust ódámlig tíðindi úr Danmark, har ein markisa var dottin niðuryvir fleiri fólk á gongugøtuni í Hjørring.

Orsøkin til hetta var hin einfalda, at nógvur kavi var lopin í einum av takinum og niður á markisuna frammanfyri eini handilsvindeygu.

Fleiri fólk fingu mein av hendingini, men tíbetur doyði eingin í óhappinum.

Í morgun var stigabilurin hjá sløkkiliðnum í Havn úti í ørindum, til tess at forða fyri at kavi og glerpípur skulu detta omanyvir fólk á gongubreytini kring Hotel Tórshavn í Vágsbotni.

Allan morgun var gonguteigurin afturlatin fyri ferðandi, men tá stigabilurin var liðugur við arbeiðið sítt um middagsleitið, var frítt hjá fólki at ganga á hesi leiðini.