Ruddað verður í teimum ymisku bygdunum í kommununi, og ábyrgdarpersónar eru á hvørjum staði.
Kommunan heitir á borgararnar um at skilja ruskið.
Posarnir og ruskið skulu leggjast á eitt sjónligt stað á ein av teimum størru vegunum, so at teir, sum koma eftir ruskinum, hava lætt við at síggja hvar ruskið liggur.
Menn frá verkstaðnum á Lambareiði syrgja fyri at ruskið verður avheintað í samstarvi við IRF.
Ábyrgdarfólk eru í teimum ymisku bygdunum í kommununi
Æðuvík – við missiónshúsið – Karhild Davidsen
Rituvík – við spæliplássið - Etly Højgaard
Runavík, Saltangará og Glyvrar - við kommunuskrivstovuna – Jóngerð Juul Olsen
Lamba og Lambareiði – við spæliplássið í Lamba - Bárður Højgaard
Søldarfjørður og Skipanes – við spæliplássið í Søldarfirði - Beata R. Hansen
Skála – við ítróttarhøllina á Skála – Annika Klein
Skálafjørður – við gamla skúla – samskipað við bygdafelag Skálfirðinga
Oyndarfjørður – við skúlan í Oyndarfirði - Ingeborg Klein
Funningsfjørður – við skúlan í Funningsfirði - Jona Michelsen
Elduvík – í Elduvík - Dánial Martin Hansen
Fleiri aðrar kommunur skipa eisini fyri ruddingardegi í morgin, millum annað Tórshavnar kommuna, og Sunda kommuna.