Uppgávan hjá Anniku verður at samskipa tiltøkini hjá felagsskapinum. Árligi ruddingardagurin í september er størsta tiltakið sum Rudda Føroyar skipar fyri, men onnur ruddingartiltøk og lýsingaátøk eru eisini í umbúna.
Rudda Føroyar boðar frá, at Annika er ein eldsál og tey eru sera glað fyri at fáa hana upp í toymið. Arbeiðið er fyri tað mesta sjálvboðið, tí hevur verið avmarkað hvat Rudda Føroyar megnar, men við einum fólki í starvi alt árið, ber til at seta nýggj mál og avrika enn meira.












