Ruben veit at foreldrini eru deyð

Tann níggju ára gamli Ruben van Assouw hevur nú fingið at vita, at foreldrini og beiggi hansara doyðu, tá tað libyska Airbus-flogfarið datt niður við flogvøllin í libyska høvuðsstaðin Tripoli.

Tvey skyldfólk hava verið í Libya og vitjað Ruben, og aftaná greiddu tey fjølmiðlunum frá, at tey høvdu sagt honum, at foreldrini og beiggin vóru deyð.

Ruben hevur ligið á einum sjúkrahúsi í Tripoli síðani vanlukkuna, og hann hevur fingið fleiri skurðviðgerðir har. Niðurlendsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at drongurin verður fluttur heim um vikuskiftið.

103 fólk doyðu í flogvanlukkuni, og 67 teirra vóru úr Niðurlondum. Tað er framvegis ógreitt, hví vanlukkan hendi. Libysku myndugleikarnir siga, at flogskipararnir søgdu einki um, at nakað óvanligt var á vási.