Onkuntíð hevur verið skotið teimum í skógvarnar, sum finnast at mongu ferðafólkunum, at tey heldur skulu duga at gagnnýta møguleikan og selja teimum køkur og kaffi.
Nú er kokkurin Ruben Busk farin nýggjar leiðir.
Í vikuni er hann byrjaður við nýggja virksemi sínum, MATsmiðjan Streetfood. Talan er um ein umbygdan pylsuvogn, sum Ruben Busk nú er farin at selja burgarar úr.
Í dag stóð vognurin í Saksun og á matlepanum var lekkri ræstkjøtaburgarin, sum sæst á myndini.