Níggju ára gamli Ruben van Assouw, sum var tann einasti, sum slapp livandi frá flogvanlukkuni í Libya, kom seinnapartin við flogfari til Niðurlanda. Ein libyskur lækni og tvey skyldfólk hjá dronginum vóru við í flogfarinum, sum flutti Ruben van Assouw heim í dag.
Ruben van Assouw hevur fingið fleiri skurðviðgerðir á libyska sjúkrahúsinum, og læknin, sum fylgdi honum heim í dag, segði, at drongurin hevur tað gott.
Tey avvarandi hjá dronginum hava biðið niðurlendska almenningin og fjølmiðlarnar geva dronginum frið.