Ruben er grillmeistari til Bátahugnan í Hvalvík

(Bátaradio) Hoyr prátið reportarin hjá Rás2 gjørdi við kenda kokkin, Ruben Busk

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Vilmund Jacobsen gjørdi beinleiðis í sendingini "Bátaradio" á Rás2 við Ruben Busk, sum býr í Hósvík.

 

Ruben Busk er ein kendur kokkur, og hevur áður starvast á Hotel Hafnia. Nú hevur hann sína egnu fyritøku, har hann bjóðar seg til at matgera til veitslur og tiltøk.

 

Í kvøld er Ruben grillmeistari til Bátahugnan norðuri í Hvalvík, og tað dámar honum framúr væl.