Hann hevur førleikarnar.
Bóltførleikin er lítið sannførandi, men hann er sera væl fyri kropsliga og skjótur. Hann rennur ikki undan nærdystunum, men tveitir seg heilhjartaður í taklingarnar. Hann rennur ikki undan málinum, men roynir hinvegin altíð at renna móti málinum, um verjuspælarar standa fyri ella ikki.
Hann hevur roynt seg í bestu deildini fleiri ferðir, men hann hevur ikki verið støðugur og skotið ov fá mál.
Men nú er líkt til, at Thomas Hans Rubeksen eigur ein av høvuðsleiklutunum í stríðnum hjá B71, sum roynir at sleppa undan niðurflyting.
Fyri tveimum vikum síðan tók hann av møguleikanum og stýrdi bóltin í málið við høvdinum, tá sandoyingar spældu javnt á B68.
Í gjár hevði Thomas Hans Rubeksen seinasta fótin á bóltinum, tá B71 javnaði til 2-2 í botngysaranum móti FC Suðuroy.
Tvey mál, sum hava sera stóran týdning fyri fótbóltsfelagið í Sandoynni í dag.
Ikki uppiborið
Alt bendi á, at FC Suðuroy fór at leggja stórt trýst á B71 í botnstríðnum, tá seinni hálvleikur var fáar minuttir gamal.
Teitur Tausen økti til 2-0 til gestirnar, tá hann sendi bóltin framvið Predrag Markovic aftaná frísparksinnlegg.
Dan Djurhuus legði FC Suðuroy á odda í fyrra hálvleiki.
Men so reisti heimaliðið seg. Fyrst var Danilo Kovacevic rendur um koll í brotsteiginum, og dómarin floytaði fyri brotssparki.
– Brotssparkið er púra óneyðugt. Tað er eitt persónligt mistak, sum liðið kann ikki verja seg fyri. B71 fær blóð á tonnina, og tá ræður fyrst og fremst um hjá okkum at verja, sigur Henning G. Joensen hjá FC Suðuroy.
Høgni Midjord var tryggur úr ellivu metrum.
Síðan gjørdi Thomas Hans Rubeksen um seg. Mads Hentze royndi seg við skoti, sum Stanislav Kuzma vardi fyri. Bólturin rullaði fyri føturnar á framherjanum, sum syrgdi fyri, at suðuroyingar eru av álvara hóttir av niðurflyting undan seinastu leikumførunum.
– Tað er ikki torførasta málið, eg havi skotið. Men um vit gera tað upp í týdningi, so er hetta málið millum trý tey mest umráðandi málini, eg havi skotið, er niðurstøðan hjá Rubeksen.
Tað var ikki uppiborið, at B71 fekk stig úr dystinum í gjár. FC Suðuroy var leikliga omaná, og tað var nær við, at Palli Augustinussen økti til 3-1, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Men bólturin fór í tvørtræið.
– Vit hava betur uppiborið, tað er einki at tosa um. Vit eru sera vónbrotnir, men vit fara at stríðast til tað seinasta. Vit geva ikki upp. Møguleikin er framvegis stórur, at vit sleppa undan niðurflyting, metir bjartskygdi Henning G. Joensen.
Tørvur á tí
Thomas Hans Rubeksen hevur roynt nógv sum fótbóltsspælari.
Hann er skrásettur fyri dystir á besta liðnum hjá B36 og HB, men framherjin skeyt eingin mál.
Hann var hinvegin ein sannur fongur hjá argjamonnum, sum spældu í næstbestu deildini og flutti upp í árunum 2006 og 2008.
Men í bestu deildini hevur verið lítið um framherjan.
Í summarsteðginum skifti hann úr FC Hoyvík til B71. Nú hevur hann vunnið sær pláss millum teir fyrstu ellivu hjá Piotr Krakowski, og við tveimum sera týðandi málum hevur hann fingið uppreisn.
– Vit hava ein fyrimun í botnstríðnum undan seinastu dystunum. Nú fara vit at stríðast. Vit ætla at staðfesta, at vit hava uppiborið pláss í Vodafonedeildini í 2011, sigur Thomas Hans Rubeksen.










