Maud Wang Hansen stillaði ikki uppaftur sum formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði árliga aðalfundin týskvøldið 18. mars. Á skránni var m.a. val av formanni og nevnd. Formaðurin verður valdur beinleiðis av aðalfundinum.
Verandi formaður seinasta árið, Maud Wang Hansen, ynskti ikki at stilla uppaftur. Tí varð neyðugt at velja ein nýggjan formanni og fall valið á Rubek Lilaa, sum annars hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini. Í nevndina komu umframt formannin Rubek Lilaa, Oluffa undir Kletti , Ragnar J. Magnussen, Petur í Gong og Carl Johan Jensen.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Peturi í Gong sum 1. næstformanni, Carl Johan Jensen sum 2. næstformanni, Oluffa undir Kletti sum kassameistar og Ragnar J. Magnussen sum skrivara. Varalimir eru Hjørdis Heindriksdóttir, Hans Petur Nielsen og Jógvan Jákupsson.
Nevndin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fer í næstum at leggja virkisætlanina fyri komandi árið til rættis. Skipað verður fyri limafundum, har ymisk týðandi samfelagsmál verða viðgjørd. Eisini fara politikarar floksins bæði í løgtingi, landsstýri og kommunustýri at kunna limirnar um førda politikkin, hvørjar ætlanir eru fyri framman og ikki minst úrslitini.
Limirnir fáa í hesum sambandi høvi at seta spurningar hesum viðvíkjandi, verður sagt í tíðindaskrivi.