Ruðuleikin heldur fram í Manchester United

Bussurin kom for seint, rokið við Pogba heldur fram og ein spælari er komin í mótvind

Tað tykist ongin endi verða á ruðuleikanum í Manchester United í løtuni. Úrslitini hava ikki verið góð í ár, José Mourinho er sjáldan fegin og spælið hjá liðnum er fyri nógvum ákoyringum.

 

Í gjár spældi Manchester United málleysan javnleik móti spanska Valencia í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Úrslitini er ikki meiri avgerandi enn, at enska stórfelagið hevur fýra stig eftir tveir dystir, men tað er umstøður, ið benda á at alt er ikki, sum tað skal.

 

Dysturin í gjár bleiv seinkaður fimm minuttir, tí bussurin við spælarunum hjá Manchester United ikki komin fram til tíðina, hóast túrurin ikki er so langur frá gistingarhúsinum til leikvøllin. Eftir dystin segði José Mourinho, at felagið hevur fingið at vita, at mynduleikarnir ikki longur vilja lata løgreglufylgi, meðan løgreglan avsannar at tað passar.

 

Tað er eisini alment kent, at José Mourinho og franski heimsmeistarin, Paul Pogba, eru óklárir. Eftir málleysa javnleikin í gjár, segði miðvallarin við tíðindafólkini, at hann hevur fingið munnkurv og ikki sleppur at tosa við nakran. Helst eitt tekin um, at alt ikki er, sum tað skal vera.

 

Í dag eru bretsku bløðini á tremur við søgum um Manchester United. Tað nýggjasta er, at liðskiparin í felagnum, Antonio Valencia, í gjár hevur dámt eitt uppslag á sosialu miðlunum, har tað verður lagt upp til, at José Mourinho skal koyrast frá. Liðskiparin hevur síðani biðið um umbering og sigur, at hann ikki læs hvat stóð í uppslagnum.

 

Hartil hevur legendan í felagnum, Paul Scholes, aftur verið úti við rívini. Hann hevur leingi verið kritiskur um José Mourinho. Í gjár segði hann í sjónvarpsstovuni hjá BT Sport, at hann er bilsin av, at José Mourinho framvegis er venjari eftir tapið fyri West Ham leygardagin. Hann legði afturat, at José Mourinho við sínum málburði í løtuni ger felagið til skammar.