Ruðuleiki undan palestinska valinum í næstu viku

Mótstøða úr Ísrael, Evropa og USA endar helst við, at Hamas vinnur palestinska valið í næstu viku. Stjórnin hevur slept endanum.

-Eg vóni, at tað nývalda tingið megnar at leggja tað demokratiska støðið undir okkara politisku skipan, segði Rawhi Fatuh, tingformaður, tá hann endaði seinasta fundin hjá palestinska tjóðartinginum undan valinum næsta mikudag.

Fyribils er ikki nógv, sum bendir á demokratisk viðurskifti í teimum palestinsku økjunum. Í Gaza berjast vápnaðir bólkar og myndugleikarnir um valdið, og á Vestara Áarbakka hava vápnað lið eftirlitið við teimum flestu býunum. Stjórnin hjá Mahmoud Abbas, forsætisráðharra, virkar at kalla als ikki og tykist eisini hava slept endanum. Hon fær eftir øllum at døma heldur einki gjørt við kravið frá teimum vápnaðu bólkunum um, at teir útlendsku valeygleiðararnir skulu sleppa sær burtur innan valdagin.

Í hesum ruðuleika er tað ein stórur spurningur, hvønn leiklut tað komandi tingið fær, skrivar tíðindamaðurin Roger Hercz skrivar í Dagsavisen. Atfinningar úr Ísrael, Evropa og USA hava gjørt, at tann víðgongdi Hamas-flokkurin kann fáa eini 35 prosent av atkvøðunum ella kanska uppaftur meiri, tí tær útlendsku atfinningarnar hava fingið fleiri at stuðla flokkinum. Tað kann tí enda við, at Hamas verður størri enn Fatah-flokkurin hjá Mahmoud Abbas.

Innanhýsis er Hamas munandi sterkari enn Fatah, og vinnur flokkurin valið, er tað lítið hugsandi, at hann fer at gera eftir kravinum frá forsætisráðharranum um at lata vápnini frá sær. Talsmenn hjá Hamas hava longu sagt, at flokkurin fer at varðveita síni vápnaðu lið eftir valið, sama hvat úrslitið verður.

Týsdagin drupu ísraelskir hermenn ein hernaðarligan leiðara hjá Hamas í býnum Tulkarem á Vestara Áarbakka, og palestinskir eygleiðarar ávaraðu alt fyri eitt um, at álopið fer at styrkja teir víðgongdu á valdegnum.

Vinnur Hamas, er tað enn eitt tekin um, at tær víðgongdu kreftirnar eru í ferð við at taka seg fram í Miðeystri, skrivar Roger Hercz. Hann vísir á, at í Egyptalandi fekk muslimnski bróðurflokkurin, sum Hamas er sprottin av, heili 88 umboð í tingið á valinum herfyri, og at Hizbollah hevur 20 prosent av tingmanningini í Libanon. Hendan gongdin kann gera, at Vesturheimurin noyðist at endurskoða sín politikk í Miðeystri, heldur Roger Hercz.