Ein mótstríðandi útmelding fyri og onnur eftir. Hetta eru boðini, tá tað ræður um landsins mest týðandi lóg, fíggjarlógina fyri 2010.
Tað er ikki óvanligt, at fíggjarlógarviðgerðir taka drúgva tíð og hava nógvan turbulens við sær í skiftandi samgongum. Sjáldan koppar tó eitt landsstýri vegna ósemju um eina komandi fíggjarlóg.
Og vit eru so von við mótstríðandi sjónarmið millum fíggjarnevnd og landsstýri, tá tað nærkast endaligu viðgerðini av uppskotinum.
Tess sterkari formann tú hevur í Fíggjarnevndini, tess fleiri eru oftani neistarnir. Oftast festa teir ikki í, men vandin er so altíð har: at neistar gerast til eld og kynda bál. Men løgið nokk hendir tað so gott sum ongantíð, tá tað um fíggjarlógir ræður. Og helst verður gongdin tann sama í ár, hóast mong svørt skíggj.
Tað vit kenna til samgonguslit, so vísir søgan, at tað oftast eru einstøk mál so sum eitt skip, ein skúli ella ein ávís hurð, sum eru orsøkin.
Í skrivandi stund tykist tað sum um, at óløgini eru við at minka. Løgmaður boðar frá, at ein semja er í nánd, og hóast formaðurin í Fíggjarnevndini ikki sleppur at fáa síðsta orðið í tunnilsmálinum, so tykist eisini her verða semja í eygsjón. Onkur má geva seg, og so verður helst eisini í hesum málinum. Hvat so framtíðin fer at bjóða uppá er nakað annað.
Men helst sær tað út til, at samgongan hórar undan, hóast skarpan gang og samanbrestir. Tað lovar tó ikki væl fyri framtíðar stevið hjá hesi samgonguni, at tað hava verið so nógvir stórir snávingarsteinar.
Tíðin fer at vísa, um tað er lági almenni og forsónandi løgmansprofilurin, sum er ein orsøkin til jólafriðin. Ella tað rætt er slætt er staðfestingin av, at her er einki alternativ.










