Sjúkraflutningur
? Vit royna at klára okkum sum frægast. Men hetta er ein stórur ruðuleiki og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar.
Ronnie Midjord, umsjónarmaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er alt annað enn tryggur við støðuna, sum hon er í løtuni.
Verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum hevur nú eisini lagt sjúkraflutningin lamnan og sotatt eru skiparar og stýrimenn hjá Strandferðsluni heldur ikki tøkir til at flyta sjúklingar og læknar ímillum oyggjarnar, skuldi tað gjørst neyðugt, eitt nú av teimum smáu sjúkrahúsunum til Havnar á Landssjúkrahúsi ella vestur í Vágar, tá ið tað er neyðugt at flyta sjúklingar av landinum til viðgerðar.
Hetta kom heilsuverkinum ógvuliga dátt við og síðani hava sjúkrahúsini roynt at klára seg sum frægast, eitt nú ar avtalað gjørd við Pressaran hjá Skipasmiðjuni í Havn um at flyta sjúklingar um Skopunarfjørð og við ein bát um at flyta sjúklingar um Vestmannasund.
Hetta er tó ein sera trupul støða, tí hesir bátar fáa ikki tikið sjúkrabilar.
Serliga ring er støðan kortini hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí tað liggur so langt frá meginøkinum og tað er ofta ringt veður at sigla .
? Nei, vit eru alt annað enn tryggir við støðuna, sigur Ronnie Midjord, umsjónarmaður.
Hann sigur, at tey hava roynt at klára seg sum frægast við at leiga tyrluna og við at føra sjúklingar við fiskiskipum.
? Tað er akkurát, sum best ber til, men tað er ómetaliga trupult í løtuni og umstøðurnar at flyta sjúklingar við fiskiskipum eru alt annað enn góðar.
?Trupulleikin við Tyrluni er, at hon hevur so ómetaliga nógv at gera, at hon er ikki altíð tøk, uttan so at talan er um bráfeingistørv.
Hvat siga tit so til, at Smyril liggur í Havn?
? Tað skerst ikki burtur, at tað hevði verið ein stórur tryggleiki í at havt hann liggjandi í Suðuroy.
Ronnie Midjord sigur, at tað kann koma fyri, at tað ikki er flúgvandi við tyrluni.
?Vit høvdu eitt dømi fríggjadagin, tá ið veðrið var so ringt, at eg ivist stórliga í, um tað yvirhøvur var flúgvandi. Tíbetur hendi onki hendan dagin, men tekur ein álvarsom støða seg upp ein slíkan dag, eitt nú ein vanlukka, er tað sjálvsagt, at tað kann fáa álvarsligar avleingar, ber tað ikki til at fáa sjúklingar á Landssjúkrahúsið, ellá á Ríkissjúkrahúsið nóg skjótt.
? Tí hevði tað verið ein stórur tryggleiki í , at hann lá í Suðuroy, so at hann var tøkur, skuldi ein støða tikið seg upp, sum kravdi tað, sigur hann
Leiga tyrluna meir
Hann sigur, at hesa tíðina, verkfallið hevur verið, hevur Suðuroyar Sjúkrahús havt sjúklingar, sum skulu á Landssjúkrahúsið og sum skulu á Ríkissjúkrahúsið.
? Men vit hava sanniliga eisini havt sjúklingar, sum skulu øvugtan veg, av Landssjúkrahúsinum ella Ríkissjúkrahúsinum og heim aftur, eftir lokna viðgerð.
Hann heldur, at tað kann hvørki góðtakast at sjúklingar ikki sleppa avstað, tá ið teir skulu, ella at teir ikki sleppa heimaftur, tá ið viðgerðin er liðug.
Men tað eru eisini aðrir trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp.
Eitt nú er eitt tól á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum verður brúkt í sambandi við skurðviðgerðir í ólagi í løtuni.
? Mekanikari skal koma niðri frá í dag, men hann sleppur ikki suður og tí mugu vit royna at leiga tyrluna við honum.
? Eg fari tí at boða Almanna- og Heilsumálastýrinum frá, at vit vera noydd at leiga tyrluna meiri enn vit hava gjørt, eisini til sjúkraflutning har talan ikki er um bráfeingistørv, men har talan er um at fáa sjúklingar aftur og fram, antin til viðgerðar, ella heimaftur, eftir lokna viðgerð, sigur Ronnie Midjord.