Ruðuleiki í Kastrup Flogvøllinum

Ferðafólk, sum fóru umvegis Kastrup Flogvøllin í gjár, hava havt ein langan og strævnan sunnudag, og flestu teirra bíða framvegis eftir teirra kuffertum.

Í gjár gjørdist eitt kuffertband í flogvøllinum í Kastrup í ólagi. Hetta úrslitaði í, at fleiri túsund fólk máttu fara av flogvøllinum uttan teirra kuffert.

2000 av kuffertunum hoyra til útlendskar gestir, sum nú eru farin í summarfrí uttan tannbust ella klæðir.

SAS sigur við danskar miðlar, at tað verður roynt at rudda upp, men tað tekur sína tíð.

Haraftrat verður sagt, at kuffertini koma helst fram um nakrar dagar, men fyri tey, sum eru farin langt út í heim, kann bíðitíðin gerast heldur drúgv.