Varmakelda
Verkhúsið Stíggjur í Saltangará verður við á varmakeldu við áhugaverdari framsýning og sølu, sum verður nevnd ”Árstíðirnar”.
Á framsýningini verða listaverk hjá toftamanninum, Magna Mikkelsen.
Magni teknar tað, hann sær og leggur til merkis, men sum kortini er øðrvísi enn tað, sum fjøldin av fólki sær. Hann teknar tað, sum er inni í rúminum, teknar linjurnar, har loft og gólv møta horninum, gjarna í trívídd.
Sansiupplivildi
Á varmakeldu bjóðar Stíggjur eisini eitt øðrvísi sansiupplivilsi, sum tey rópa tað. Her verða stór og smá leidd gjøgnum árstíðirnar og fáa allar sansirnar stimbraðar. Ævintýrið um landið við æviga várinum verður eisini at hoyra.
Stíggjur fer eisini at selja hondvirkaðar lutir, sum eru gjørdir á verkhúsinum.
Framsýningin hjá Stíggi verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Fuglafirði, og opið verður fríggjadagin frá klokkan 17-19, leygardagin og sunnudagin, báðar dagarnar frá 16-20.










