Ársmøti um missión úti og heima

Havn: Komandi vikuskifti fer Kirkjuliga Missiónsfelagið at hava ársmøtið sítt í Havn. Møtini verða hildin í missiónshúsinum við Landavegin og í Vesturkirkjuni.

Aftur í ár kemur ein gestatalari til ársmøtini  hesa ferð kendi danski prædikumaðurin, Hans Erik Nissen, sum hevur verið fyristøðumaður á háskúlanum hjá Luthersk Missionsforening í Hillerød. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður.
Umframt henda høvuðstalaran koma eisini onnur at luttaka við sangi og vitnisburði. Fríggjakvøldið fara Elsa Jacobsen, fyrrverandi trúboðari í Etiopia at tosa, eins og Absalon Matras, sum stendur fyri hjálpararbeiðinum til Rumenia.
Møtini byrja hóskvøldið í komandi viku og halda fram til sunnudagin, tá endað verður við felagsmøti saman við Meinigheitshúsinum í Vesturkirkjuni.