Úrslitini úr Tórshavn Open

Stór badminton kapping var í Havn seinasta vikuskifti

Seinasta vikuskifti varð stór badmintonkapping hildin í Badmintonhøllini í Havn, har leikarar úr øllum landinum høvdu høvi at royna seg.

Dystast varð í einmansleiki í øllum deildum, og leikararnir drivu á, so at siga alt vikuskiftið.

Byrjað varð leygarmorgunin, og seinasti vinnarin varð ikki funnin, fyrr enn Erland Jacobsn seinnapartin sunnudag, hevði bast Heðini Jacobsen, tá hesir báðir hittust í finaluni hjá monnunum.

Sum vera man, so var spenningurin stórur í fleiri av deildunum, tí nogvir leikarunum vóru sera javnir.


Tvey heiðursmerki

Hjá monnunum mundi mest óvæntaða úrslitið vera, at Heðin megnaði at leika seg í finaluna, hóast hann á vegnum mátti dystast móti Regini Hammer, sum framman undan var styrkismettur sum nr. 2.

Eisini hjá teimum yngru vóru onkur óvæntað úrslit, og serliga var tað merkisvert, at Niclas Eysturoy megnaði at vinna sær tvey heiðursmerki.

Hann vann nevnliga kappingina í sínum bólki, dreingir 10-12 ár, og aftur fyri slapp hann so at luttaka í dreingir 12-14 ár. Her megnaði hann eisini at leika seg fram til finaluna, men mátti hann tá koritni lúta fyri Thomas Rubbeksen, sum vísti seg at verða ein ov stórur biti.

Hjá kvinnunm var eisini sera stórur spenningur undan kappingini.

Kanska var luttakaratalið, fýra, í so lágt, men talan var um fýra sera javnar leikarar.

Endin var tó, at Elin Elin Jacobsen og Guri Poulsen skuldu leika avgerandi dystin, og her eydnaðist tað Elin at vinna í trimum settum.

Úrslitini í ymsu deildunum vórðu annars hesi:


Gentur 10 ár:

1. Brynhild Carlsson

2. Agnas Olsen


Gentur 10-12 ár:

1. Christina Eriksen

2. Ulla í Dávastovu


Gentur 12-14 ár:

Malan Simonsen

Mia Mortensen


Gentur 14-16 ár:

1. Elin Hansen

2. Guðrun Poulsen


Kvinnuunglingar:

1. Karin Hansen

2. Elin Hansen


Dreingir 10 ár:

1. Reidar Luid

2. Magnus á Rógvu


Dreingir 10-12 ár:

1. Niclas Eysturoy

2. Hilmar Kass Jacobsen


Dreingir 12-14 ár:

1. Thomas Rubeksen

2. Niclas Eysturoy


Dreingir 14-16 ár:

1. Bjartur Lamhauge

2. Jonhard Hansen


Mansunglingar:

1. Aksel Poulsen

2. Bjartur Lamhauge


Kvinnur:

1. Elin Jacobsen

2. Guri Poulsen


Menn

1. Erland Poulsen

2. Heðin Joensen