Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrra hálvár 2016 var 437 milliónir krónur eftir skatt samanborið við 323 milliónir krónur fyrra hálvár 2015.
– Vit eru væl nøgd við úrslitið í øðrum ársfjórðingi. Marknaðarprísurin á laksi var methøgur, og lívfrøðiliga gongdin góð. Framleiðslan av lidnum vørum hevur havt torførar umstøður, men vit halda fast við okkara mál og strategi við framleiðslu av lidnum vørum.Gongdin fyri fiskamjøl, lýsi og fóður var eisini góð í ársfjórðinginum. Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur. Nýggja smoltstøðin á Viðareiði er so smátt farin í gongd og nýggja virkið á Glyvrum er byrjað framleiðslu. Sjøtul er settur á stóru byggingina av smoltstøðini við Strond í Klaksvík, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Tøkan av laksi hendan ársfjórðingin var 13 túsund tons. Bakkafrost setti 1,9 milliónir smolt út, og Havsbrún keypti 84 túsund tons av rávøru.
Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 307 milliónir krónur annan ársfjórðing 2016 samanborið við eitt rakstrarúrslit á 303 milliónir krónur annan ársfjórðing 2015. Úrslitið eftir skatt var 224 milliónir krónur annan ársfjórðing 2016.
Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 358 milliónir krónur fyri hendan ársfjórðingin. Liðugvørudeildin, sum framleiddi 4.664 tons hendan ársfjórðingin, hevði eitt rakstrarhall á -68 milliónir krónur. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevði eitt rakstrarúrslit áðrenn avskrivingar á 45 milliónir krónur annan ársfjórðing 2016.
Tann 30. juni 2016 var nettoskuldin hjá Bakkafrost 603 milliónir krónur, og felagið hevði ótroyttar kredittir á 643 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 61% tann 30. juni 2016.