Umframt sjálva lønina og bústaðin eigur forsetin útreiðslukontu og kontur til ferðing og borðfæ Amerikanski forsetin fær góða løn, men talan er ikki um so ógvuliga høga løn, tá ið havt verður í huga, at tað so ofta verður sagt, at hetta er heimsins týdningarmiklasta og máttmiklasta starv.
Forsetin býr í Hvítu húsunum, og lønin er 400 túsund dollar um árið.
Men forsetin lýður onga neyð.
Umframt lønina ber sessurin atgongd til opna útreiðslukontu við 50 túsund dollarum, ferðakontu upp á 100 túsund dollarar og borðfækontu upp á 19 túsund dollarar.