Leiðslan í írska fótbóltssambandinum FAI, er ikki nøgd við, at írska fótbóltslandsliðið bert hevur fingið 16 stig í 11 dystum í EM-undankappingini. Tí hevur gamla Liverpool og Aston Villa legendan; Steve Staunton fingið sekkjin. Og ikki nóg mikið við tí. Hjálparvenjarin Kevin McDonald og málmansvenjarin Alan Kelly hava eisini fingið sekkjin. Tað eru serliga úrslitini ímóti Kýpros, sum ikki hava verið nøktandi. Írland tapti 2-5 á Kýpros, og á heimavølli fingu teir bert javnleik 1-1. Á útivølli ímóti San Marino mundi gingið galið. Tá fekk Írland sigursmálið í yvirtíðini. Formaðurin í FAI; David Blood er vónsvikin av úrslitunum, og sigur, at fólk við góðum innliti til altjóða fótbólt fara at finna tann rætta avloysaran. Steve Staunton avloysti Brian Kerr 1. januar 2006. Brian Kerr fekk tveir 2-0 sigrar ímóti Føroyum, heima og úti.









