Ørskapur at skerja blokkin

Ein avleiðing av, at landsstýrið ætlar at lækka blokkstuðulin við 117 mió. krónum, verða skatta- og avgjaldshækkingar, sigur Sambandsflokkurin Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sagt, at landsstýrið fer at tingast við danir um at skarva 117 milliónir krónur av blokkinum. Tað hóvar ikki Sambandsflokkinum.

-Inntøkur landskassans eru í høvuðsheitum avmarkaðar til skatt, avgjøld og blokkstuðul. Skal ein av hesum inntøkunum minka, so mugu hinar vaksa. Men hvat fær landsstýrið at trúgva, at skattur og avgjøld fara at vaksa av sær sjálvum í 2009? Vinnan er í svárum trupulleikum og hetta sæst aftur í skattainntøkunum, og nógv bendir á, at tann stóri búskaparvøksturin, sum hevur lívgað landskassan við avgjøldum tey seinastu árini, er hasaður av á hesum sinni, sigur Kaj Leo Johannesen í tíðindaskrivi. Og hann heldur fram:

-At samtykkja skatta- og avgjaldshækkingar er at leggja stein omaná byrðu hjá húsarhaldunum, nú húsarhaldsvørður og olja eru sera nógv dýrka. Men onkrastaðni skal landskassin hava sínar inntøkurnar frá, og vil landsstýrið ikki hava blokkstuðul, so verða tað Føroya fólk, sum mugu gjalda. Landskassin hevur longu undirskot í verandi ári, og alt bendir á, at undirskotið verður størri í 2009. Skulu so hesar 117 milliónirnar trekkjast frá á inntøkusíðuni, verður støðan ikki góð, skrivar Kaj Leo Johannesen og biður løgmann steðga landsstýrismanninum í fíggjarmálum.