Ørskapur at bora eftir olju í Grønlandi

Tað er púra burturvið, at oljufeløg og grønlendsku myndugleikarnir fyrireika seg til oljuboringar í grønlendskum sjógvi, samstundis sum tann stóra oljudálkingarvanlukkan gerst meiri og meiri álvarssom. Tað siga fleiri serfrøðingar.

-Vanlukkan í Meksikoflógvanum eigur at fáa avleiðingar fyri ætlaninar um at leita eftir olju í Grønlandi. Alt annað er vitleyst, sigur Cambridge-professarin Peter Wadhams við Berlingske Tidende.

Hann ávarar um, at ein leki av sama slagi sum tann hjá BP í Meksikoflógvanum hevði fingið ómetaliga stórar avleiðingar, um tað sama hendi í Grønlandi.

Um nakrar fáar vikur fer grønlendska landsstýrið at geva endaligt loyvi til oljuboringar, og felagið Cairn Energy hevur longu riggað til at fara í gongd, skrivar blaðið.

Men stjórin fyri ráevnisumsitingini hjá grønlendska landsstýrinum, Jørn Skov Nielsen, er ikki so stúrin.

-Okkara reglur eru nógv strangari enn tær í USA, sigur hann.

Berlingske Tidende skrivar, at heimsnáttúrugrunnurin ávarar eisini grønlendingar ímóti at loyva oljuleiting.