Ørskapur

- Hatta var ein ørligur dystur við einum ótrúliga spennandi enda. Soleiðis segði týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, sum eisini var harmur um, at Týskland ikki hevði spælt betur í dystinum. – Vit høvdu nøkur bólttap, sum teir gjørdu sær dælt av. Turkaland hevur spælt sera væl í endaspælinum, og eg eri sera fegin um, at tað eydnaðist okkum at basa teimum, segði Joachim Löw eftir dystin.