Tað hevur ikki bøtt um ta politisku støðuna í Írlandi, at Brian Cowen, forsætisráðharri, hevur gjørt av at fara frá sum formaður í stjórnarflokkinum Fiánna Fail. Heldur tvørturímóti.
Í dag kunngjørdu Tey Grønu, at flokkurin fer úr stjórnarsamgonguni, og tann avgerðin kann hava við sær, at tjóðartingsvalið í mars verður framskundað. Summir eygleiðarar í Dublin vænta, at tjóðartingið verður upployst um nakrar dagar, og at val verður í februar.
Hóast Tey Grønu taka seg úr samgonguni, fer flokkurin at atkvøða fyri fíggjarlógini fyri at tryggja ta búskaparligu kreppuætlanina, sum Írland hevur avtalað við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin, IMF.