Írska landsliðið komið til Føroyar

Írska landsliðið kom um fimm tíðina í dag til Hotel Føroyar, har teir skulu gista í samband við landsdystin móti Føroyum týskvøldið.

 

Írland tapti fríggjakvøldið heili 6-1 fyri Týsklandi í Dublin. Tað er tí stórt trýst á írska landsliðnum undan dystinum á Tórsvølli. Írskir miðlar eru í øðini um avrikið og krevja ein sigur á Føroyarum.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Írland verður týskvøldiðið klokkan 19.00.