Tað var eitt av heitastu nøvnunum í europeiskum popptónleiki í løtuni, sum fyrireikararnir av Summar Festivalinum í Klaksvík avdúkaðu sum eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum í summar, tá ið tíðindafundur var fríggjamorgunin.
Írski Brian McFadden, sum í nógv ár var ein av sangarunum í bólkinum Westlife, kemur til Føroya at spæla, og tað verður við eini nýggjari solofløgu og fleiri hittum í viðførunum.
Brian McFadden var ein av fimm tónleikarum í Westlife, men í fjør fór hann burtur úr bólkinum, tí hann vildi royna seg sum solistur. Tað hevur hann síðani gjørt, og tað hevur gingið framúr væl. Hann hevur verið ovast á tónatindunum í Bretlandi og fleiri øðrum europeiskum londum, og hann er ein av teimum, sum verður tráðspældur á MTV í hesum døgum.
Fyri einari viku síðani søgu fólk hann ivaleyst syngja í hálvfinaluni Stjørna eitt kvøld, har Guðrun Sólja Jacobsen var ein av luttakarunum. Brian McFadden sang tá eina duett saman við Deltu Goodrem, og tann inniligi og vakri sangurin Almost Here er nú á veg upp á toppin á hitlistum kring alt Europa.
Á tindinum við Westlife
Brian McFadden er 24 ára gamal. Hann var føddur í Dublin og kom sum tannáringur við í dreingjabólkin Westlife. Tann bólkurin verður mettur sum størsti og best umtókti dreingjabólkurin í heiminum síðstu árini, og teir hava selt fleiri enn 34 milliónir fløgur.
Hittini hjá Westlife hava verið óteljandi. Hvør fløga hevur lagt meira afturat í rúgvuna av kendum sangum hjá teimum, og konsertirnar hjá teimum hava verið vitjaðar av yvir trimum millónum fólkum kring heimin.? ikki minst av ungum tann-áringum.
Fyrsta stakfløgan hjá Westlife endaði sum nummar eitt í Bret-landi í 1999, og seinni fingu teir nógvar sangir afturat ovast á hitlistunum. Teir komu í Guiness metbókina fyri at hava sjey fylgja sangir sum nummar 1 í Bretlandi.
Tað kom eitt sindur óvæntað, tá Brian McFadden í fjør boðaði frá, at hann fór burtur úr bólkinum, sum hevði notið so stóra eydnu gjøgnum árini, og sum framvegis tóktist hava tak á teimum ungu lurtarunum.
Men tað var ikki fyri at taka seg aftur av tónleikapallinum, men heldur fyri at royna nakað nýtt, at Brian McFadden valdi at gevast í Westlife ? sangarin úr dreingjabólkinum valdi at royna ein gamlan dreingjadreym sum solistur, og tað var eitt skilagott val.
Skrivar hitt saman við øðrum
Í mai mánaði í fjør fór Brian McFadden undir arbeiðið við sínari fyrstu solofløgu. Hann valdi sær góðar og kendar framleiðarar og sangskrivarar at arbeiða saman við. Ein av teimum, sum hevur skrivað fleiri sangir saman við Brian McFadden á nýggju útgávuni, er Guy Chambers, sum annars er kendur sum maðurin sum til nýliga skrivaði øll hittini saman við Robbie Williams. Tá ið teirra samstarv steðgaði kom Brian McFadden inn í myndina, og teir hava millum annað skrivað størsta hittið hjá McFadden higartil, Real To Me.
Umframt Chambers hava eisini Paul Barry og Mark Taylor skrivað saman við McFadden og framleitt tónleikin saman við honum, og tað er komið nógv gott burtur úr samstarvinum.
Fyrsta solofløgan hjá Brian McFadden er frálíkur popptónleikur, sum ikki er heilt so poleraður sum Westlife, men sum er sera fangandi fyri tað.
Stakfløgan Real To Me gekk sum heitt breyð, tá hon kom út, og tað er ikki minst takka verið henni, at McFadden er komin inn í hitanum hjá teimum ungu. Real To Me hevur verið nummar 1 í Onglandi, Írlandi, Føroyum og í øðrum londum, og sangurin Irish Son, sum eisini er heitislagið á fløguni, hevur somuleiðis verið nógv spældur.
Nýggja stakfløgan hjá McFadden er sangurin Almost Here, sum er ein duett saman við unnustuni Delta Goodrem. Hesin sangurin var í hesi vikuni nummar 3 á bretska hitlistanum, men sangurin er nýggjur og kann røkka heilt upp á tindin longu um vikuskiftið.
Fyrsta solofløgan hjá Brian McFadden er ein persónlig fløga, har hann hevur skrivað allar tekstirnar og verið við til at gjørt løgini. Hann viðgongur á heimasíðu sínari, at allir sangirnir byggja á veruligar hendingar.
? Tá eg fór undir samstarvið við framleiðararnar hevði eg nøkur hugskot um, hvat vit skuldu gera, men í grundini byrjaðu vit frá ongum og royndu so at finna fram til tað rætta. Eg hevði nógv hugskot um tekstir, og teir fingu veruliga tað besta burturúr mær, sigur Brian McFadden á heimasíðu sínari um samstarvið við Chambers og hinar.
? Vit arbeiddu skjótt, og nógvir av sangunum vóru skrivaði eftir stuttari tíð. Til dømis sangurin Real To Me skrivaðu eg og Guy Chambers fyrstu ferð vit settu okkum niður at skriva ein sang.
Brian McFadden greiðir frá, at hann hevði gjørt upp við seg sjálvan, at hann vildi verða sín egni sangari og tónleikari.
? Eg vil gera tónleik, sum eg kann standa inni fyri, og sum eg kann vera errin av. Sjálvandi vil eg hava, at fólki dámar tónleikin, og eg haldi eisini, at fløgan rúmar nógvum, sum nógv fólk kunnu dáma, sigur McFadden.
Ljóðið á fløguni er nakað meira rockkent enn tónleikurin hjá Westlife, gittarljóðið er frammarlaga, og McFadden vísir seg sum ein frálíka sangara. Tað góða lagið og tann góði sangurin standa framvegis í miðdeplinum, og hittini eru longu fleiri.
Konsertferð ? eisini til Føroya
Brian McFadden fer í summar á konsertferð, og hann fer at spæla í fleiri europeiskum londum. Hann hevur nógvar framførslur í Bretlandi, men hann leggur eisini leiðina fram við øðrum londum.
? Eg gleði meg til at sleppa út at spæla. Eg fari at vitja nógv lond, eisini støð, har eg ikki hava verið áður, sigur McFadden um konsertferðina á heimasíðu sínari.
? Tónleikurin á fløguni egnar seg sera væl til at verða spældur á konsertum, og eg kann næstan ikki bíða eftir konsertunum.
Og ein av hansara framførslum verður í Føroyum. Tað verður á Summar Festivalinum í Klaksvík, sum verður hildin í døgunum frá 5. til 7. august. Brian McFadden skal spæla á konsertini, sum verður hildin á Vágsbøi fríggjakvøldið 5. august, og afturat honum fara eisini onkrir føroyskir bólkar at spæla.










