Nógv bendir á, at vit fara at fáa eitt altjóða umhvørvi í Vágsbotni aftur. Leita vit aftur eini 250 ár, til Rybergtíðina, tá stórt virksemi varð í Vágsbotni við útlendingum í arbeiði og útlendskum farmi og vørum, so fer komandi tíðin at bjóða uppá nógvar spennandi avbjóðingar, sum eru afturljóð úr søguni. Tá vóru Genever og Rom úr Eysturindia uppskipað, umpakkað í lonini hjá Ryberg (nú Miðlahúsið, blaðstj) og seinni útflutt aftur. Nú er tað kenda ølið úr Írlandi, Guiness, sum ferð innflutt men hesaferð til egið brúk. Guiness er fyrst og fremst at finna á kendu írsku pubbunum í nærum øllum heimsins høvuðsstøðum. Nú er túrurin komin til Havnina.
Ætlanin er nevniliga at lata upp eina írska pub mitt í hjartanum á hesum gamla plássi, sum osar av mentan og søgu. Søgan sigur eisini, at tað vóru írar, sum teir fyrstu, ið leitaðu henda vegin fyri nærum 1500 árum síðani. Nú verða teir aftur at síggja um okkara leiðir, tó á øðrvísi hátt. Ein hotelstjóri í Galway í Írlandi hevur í hyggju saman við føroyingum at lata upp eina sokallaða Irish Pub um eitt ár ella so. John Coyle hevur júst vitjað í Føroyum saman við beiggjanum og einum øðrum kenningi. Teir hava havt fundir við føroyskar myndugleikar og fyritøkur fyri at lodda dýpið. Ein møguleiki er at leiga eina hædd í nýggju húsunum hjá Bátafelagnum, sum fara at verða bygd á Bryggjubakka. Ætlanin er at hava husið liðugt innan eitt ella tvey ár skilst.
Írska pubbin
-Tað finnast írskar pubbir í meira enn 92 londum, so hví ikki eisini í Føroyum spyr John Coyle, sum vitjaði við seglbáti í Føroyum í fjør. –Okkum dámdu so væl, at vit gjørdu av at koma aftur. Og hóast Havnin er ein frálíkur býur við øllum hentleikum, so hildu vit, at Havnin manglaði eina írska pub, sum er vorðin ein altjóða institutión og sum hevur stóran týdning fyri mentanina í einum hvørjum størri býi. Nú eru vit so komnir aftur fyri at vita, um tað ber til at lata eina slíka pub upp.
John arbeiðir í hotelbransjuni í Galway, har írska pubbin hevur stóran týdning fyri mentanina. Talan er ikki bert um drekka øl. Hetta er eitt sosialt umhvørvi, har fólk koma saman eisini til tónleik og mentanarligar upplivingar. Ja har fólk rætt og slætt koma saman at tosa og hugna sær og vera glað.
Enn eru ætlaninar bara í stoypiskeiðini, har hugt verður eftir økjum og har prátað verður við sakførarar, bankar og onnur. Tað er sera umráðandi at gera hetta saman við lokalum fólki her. Vit halda okkum hava eina mentan sum líkist so nógv, at tað er sjálvsagt, at hetta verður eitt samstarv.
Fundur hevur verið við Bátafelagið í Havn og heldur John Coyle, at staðið, har Bátafelagið heldur til og skal til at byggja nýggj høli, er tað best egnaða til eina írska pub her í høvuðsstaðnum.
Hann heldur ikki, at hetta fer at skapa trupulleikar fyri bryggjaríið her í oyggjunum, tí sjálvandi fara teir eisini at hava Føroya Bjór á diskinum. –Eg havi roynt ølið frá Føroya Bjór og tað smakkar avbera væl.
Formaðurin í Bátafelagnum í Havn, Kartni Olsen fegnast um ætlanina við eini írskari pub í umhvørvinum í Vágsbotni. Hann váttar, at írar hava tosað við Bátafelagið um møguleikan at leita eina av hæddunum í nýggju húsunum hjá felagnum, sum í løtuni eru á tekniborðinum.