Komandi fríggjadag hittast íverksetarar, vinnulívsfólk, íleggjarar og onnur í Listaskálanum í Havn - eisini verður ársins íverkseti koisin
Fríggjadagin 29. mai fer ársins mest nýskapandi dagur av bakkastokki.
Tað er dagurin hjá íverksetum, vinnulívsfólkum, íleggjarum og øðrum viðkomandi, har nýskapan og nýggir vinnumøguleikar verða settir í fokus.
Íverksetarahúsið bjóðar við hesum til ein áhugaverdan og framtíðarlítandi seinnapart, har vit á fyrsta sinni eisini velja og heiðra ?ársins íverkseta?.
The Madman: Á skránni er m.a. The Madman, sum í løtuni er tann suverent besti ?powerspeakarin? um okkara leiðir. Boðskapurin er greiður: Finn røttu motivatiónina í hesum krepputíðum!
Sagt um Jan Sargent Larsen, The MadMan:
?Erhvervslivets mest innovative Motivator & PowerSpeaker. Med sin sprudlende, indlevende, energiske, engagerende, udfordrende, motiverende og banebrydende stil, får I langt mere end en traditionel taler eller foredragsholder. En IceBreaker og et kraftværk uden sidestykke, med nok energi til at forsyne alle i salen ? om det er 10 eller 1.000 mennesker?.
Tríggjar ætlanir: Íverksetarahúsið presenterar live og á video, tríggjar nýggjar verkætlanir við stórum vakstrarmøguleikum, sum veruliga eru á veg.
Guðrið Hansdóttir setur dám á dagin við sínum sorgblíðu fólkatónum.
Vinnumálaráðharrin avdúkar sínar ætlanir á íverksetaraøkinum.
Ársins íverkseti: Áðrenn góða netverkan afturvið kaffi og onkrum leskibita, verður ársins íverkseti 2008/09 avdúkaður!
Ársins íverksetaradagur verður hildin í hugnaligu hølunum í Listaskálanum í Tórshavn 29. Mai frá kl. 13 til 17:00. Tekning á is(att)is.fo, www.is.fo ella á 459700.
Avmarkað pláss. Kostnaður kr. 500,-.