Fríggjakvøldið verður “Ársins spælari” tiltakið hjá Miðlahúsinum, Rás2 og Fótbóltssambandinum. Allar atkvøðurnar eru nú komnar inn. Tí er greitt hvørji eru í uppskoti.
Les eisini: Alt um Ársins Spælari 2016
Sendingin verður send beinleiðis av Hotel Føroyum fríggjakvøldið klokkan 19. Heiðrast skulu Ársins- spælari, ungi spælari, venjari, málverji, verjuspælari, miðvallari, áleypari, dómari og somuleiðis verður ársins lið sett. Tiltakið er alment.
Í VikuskiftisSosialinum bleiv kunngjørt hvørjir spælarar eru í uppskoti til ársins verjuspælarar. Hetta eru teir tríggir spælararnir, sum hava fingið flest atkvøður. Teir eru nevndir í alfabetiskari raðfylgju:
Ársins verjuspælari:
Atli Gregersen, Víkingur
Erling Jacobsen, Víkingur
Jonas Flindt Rasmussen, KÍ
Ársins verjuspælari:
Durita Hummeland, EB/S/Skála
Rakul Magnussen, EB/S/Skála
Súsanna Maria Hansen, B36