Ársins verjuleikari heldur fram

EB/Streymur hevur í dag gjørt fleiri sáttmálar við leikarar, sum halda fram í felagnum komandi kappingarár. Ein teirra er Marni Djurhuus, sum í ár fekk heiðurin sum ársins verjuleikari.

 

Marni Djurhuus, Niels Pauli Danielsen, René Tórgarð og Gestur Bogason Dam hava allir longt sáttmálan við EB/Streym.

 

Tað hevur annars ikki verið nógv at hoyrt úr EB/Streymi síðani annað meistaraheitið kom í hús. Sorin Anghel er farin til AB, Pauli G. Hansen er givin, og Heðin Askham tekur eitt ár frí frá liðfótbólti.

 

Týskvøldið kom venjaraspurningurin so upp á pláss, tá felagið kunngjørdi Rúni Nolsøe sum venjara fyri komandi tvey árini. Í kvøld hava so fýra leikarar skrivað sáttmála við felagið komandi ár.

 

Tað ljóðar, at allir leikararnir, sum vóru við farna kappingarár, hava játtað at spæla við felagnum komandi kappingarár. Felagið hevur verið afturúr við løn, men sum skilst so er hetta við at koma í rætt lag.

 

Eitt tíðarskeið varð nógv tosað um Arnbjørn Hansen, og um hann var ávegis til HB. Tað sær nú út til, at landsliðsleikarin verður verandi hjá EB/Streymi saman við hinum.

 

Tá kappingin endaði hevði bara Pætur Dam Jacobsen sáttmála fyri komandi kappingarár.

 

Mynd: Marni Djurhuus(t.v) og Heðin Mortensen, formaður í EB/Streymi