Ársins vørubilur í Evrpoa 2004

Nýggi VW Transporter er av ábyrgdarblaðstjórum og útgevarum av fremstu yrkistíðarritum í Evropa kosin "Van of the Year 2004". Bilurin fekk 115 av 126 møguligum stigum í kappingini um at blíva ársins vørubilur.

Hetta er tólvta árið á rað, at ársins vørubilur í Evropa verður kosin. Tað var ein dómsnevnd við 18 fólkum sum 15. oktober valdu VW Transporter til "Van of the Year 2004". Hesi fólkini vóru blaðstjórar og útgevarar av fremstu yrkistíðarritum í Evropa.
Nýggi VW Transporter, ið hevur verið á evropeiska marknaðinum síðan mai 2003, fekk 115 av 126 møguligum stigum í kappingini um at blíva ársins vørubilur.
Grundgevingar vóru m.a. at Transporter hevur stórt vørurúm, ríkiliga stórar motorar og framúr góðar koyrieginleikar. Komforturin og koyrieginleikarnir eru eins og í einum persónbili. Kabinan er innrættað soleiðis, at bilførarin veruliga skal hava tað gott, setrini eru væl polstraði og t.d. situr girstongin í instrumentborðinum, so bilurin er í allar mátar sera lættur at umgangast, eisini við at handfara vørur inn og út úr vørurúminum.
Meðan forgangarin hjá hjá nýggja Transporter var á marknaðinum í 13 ár, fekk hann yvir 30 ymiskar heiðurslønir um allan heim. Hetta er heimsmet, sum er komið í Guinnes Rekordbókina.