Ársins Átak gjørdist ársins mistak

Í 2006 varð blaðið Vinnuvitan heiðrað sum Ársins Átak á Vinnudegnum. Bert góð tvey ár seinni varð lykilin snaraður um. Vinnuvitan fall fyri tí fyrsta, kalda fíggjarliga lotinum og gjørdist ársins mistak í 2008, skrivar Business-Line Vinnuvitin lýsir reytt! Soleiðis ljóðaði yvirskiftin á einum tíðindastubba á heimasíðuni hjá Business-Line seinasta summar.

?Ein týðandi táttur í Vinnuvitan vóru sokallaðu roknskaparlýsingarnar, har gongdin hjá fyritøkum varð umrødd. Blaðið smæddist ikki fyri at geva bæði rós og rís til leiðslurnar, alt eftir hvussu væl/illa tær dugdu at reka sínar fyritøkur?, skrivar Business-Line.

Víðari skrivar heimasíðan hjá Business-Line:

?Tí hildu vit, at søgan um blóðreyðu fíggjarligu úrslitini hjá P/F Vinnuvitan, ið bar boð um, at fyritøkan bløddi út, hevði uppiborið eitt heiðurspláss í føroysku miðlunum seinasta summar. Søgan um vánaliga úrslitið hjá Vinnuvitan var seinni lýst í Vinnuvitan, har blaðið sjálvt oysti av síni vinnuligu vitan og greiddi góðtrúnum føroyskum vinnulívsfólki frá, hví tey á Vinnuvitan ikki dugdu at reka egna fyritøku, men høvdu nógva vitan um, hvat leiðslurnar í øðrum fyritøkum gjørdu skeivt ella beint?.

Og Business-Line heldur fram:

?Við milliónaundirskotinum hjá blaðnum í 2007 í huga, skuldi meira enn vanligt bjartskygni til at halda, at hesin vinnuligi ?vitin? hevði nakra framtíð fyri sær, men stóð við síni himmalrópandi blóðreyðu ávaringarglæmu, um at fella saman og detta út av eggini. Á vinnudegum 2006 varð Vinnuvitan kosið ?Ársins átak?. Ársins hetta og hatta hava tað við sær, at tey eru tengd at rákinum, ið ger seg galdandi í tíðini. Talan er um óbundið, flótandi, persónligt og ofta partískt hugtak, tí talan ikki er um ein veruligan vinnara, ið hevur skjalprógvað sínar førleikar, ið ger hann betri enn egnaðan til heiðurin, fram um annan?, skrivar Business-Line.

Heimasíðan vísir á, at Business-line og Børsen gera tað øðrvísi.

?Vit heiðra Gazellurnar, ella tær fyritøkurnar, ið við roknskapum í hondini tey seinastu fýra árini kunnu skalprógva, at tær vaksa skjótast av øllum og standa fyri nærum øllum búskaparligum vøkstri og skapan av nýggjum arbeiðsplásum. Tað er tí størri heiður at kunna prýða seg við heitinum ?Gazellu-vinnari? ella ?Gazellufyritøka?, heldur enn Ársins eitt ella annað. Tað er søgan um Vinnuvitan eitt sera gott dømi um?, endar greinin á Busines-Line, www.bl.fo.

Við í fallinum fór Vikublaðið, sum Vinnuvitan átti, tá Dimmalætting keypti bæði bløðini. Fyrrverandi starvsfólk arbeiða í løtuni við at fáa Vikublaðið givið útaftur.