Nú kunnu børn í aldrinum frá 7 til 13 ár verða við í nýggjari sangkapping, ið verður hildin á Summar Festivalinum. Kappingin kallast Ársins summarrødd og verður hildin í Silvalandi, ið verður í ítróttarhallunum í Klaksvík.
Ársins summarrødd er ein sangkapping, har børnini kunnu velja sær onkran kendan barnasang at syngja, og síðani verður mett um framførslunar. Fríggjadagin 9. august kl. 20.00 verður innleiðandi kapping, og trý tey bestu koma víðari til finaluna, sum verður leygardagin 10. august kl. 17.00.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Angelu Petersen á adressuni: angela.petersen2(at)gmail.com
Í teldubrævinum skal upplýsast fult navn, aldur, tlf. nr., teldupostadressa og bústaður.
Børnini kunnu í teldubrævinum eisini skriva, hvønn sang tey hava hug at syngja, og annars verða sangir at velja ímillum, tá ið luttakararnir møta ein tíma fyri kappingina. Talan verður um kendar føroyskar barnasangir.
Vinnarin av Ársins summarrødd vinnur eina peningagávu.