Ársins summarmynd

Myndakapping, sum 3arin skipar fyri, endar leygardagin 20. oktober. Tá verða vinnararnir kosnir á torginum í SMS. Tann, ið vinnur, kann tá kalla seg eigara av ársins summarmynd 2001.

 

Myndakapping


Dómararnir , ið eru navnleysir, verða tríggir í tali, skulu leygardagin 20. oktober finna ársins summarmynd í myndakappingini hjá 3aranum.

Dómararnir døma eftir, um myndin yvirhøvur er ein summarmynd, motiv, hvussu tær eru tiknar og so framvegis.

Nakrir trupulleikar hava verið við myndum, av tí summi fólk hava sent myndir inn, sum bara eru tiknar heima í stovuni, og als ikki kunnu koma undir heitið "summarmynd". Tær myndirnar vórðu so sendar aftur til eigaran.

Svanna Nørspang er tann, ið stendur fyri myndakappingini.

? Seinastu vikuna hava vit fingið ógvuliga nógvar myndir sendandi. Talið á innsendum myndum er nú komið uppá umleið 350. Freistin at senda myndir inn er ikki úti fyrr enn leygardagin, so eg væntar, at fáa umleið 400 myndir við í kappingina, sigur Svanna Nørspang.

Allar myndirnar verða margfaldaðar í litum og vaksið verður eisini um tær, so mátini verða 20x30 cm. Síðani verða tær límaðar á eina stóra plátu. Upprunamyndirnar verða beinanvegin sendar aftur til eigaran.

Pláturnar skulu so setast upp á torginum í SMS, har høvi verður at síggja allar innsendu myndirnar. Myndirnar verða at síggja frá mánadegnum 15. oktober til leygardagin 20.

Høvuðsvinningurin í kappingini er ein vikuskiftisferð fyri tvey til Keypmannahavnar á fýrastjørnaðum hotelli. Næstbestu og triðbestu myndirnar fáa eitt digitalt myndatól frá Minolta. Av tí at undirtøkan hevur verið so góð fáa myndirnar frá nummar fýra til 10 eisini ein vinning.

? Hetta er ikki rættiliga sett uppá pláss enn, men tað verður helst ein gávupakki av einum slag, sigur Svanna at enda.