Ársins stjørnuskot við 28 málum

Tað var ein sjónliga bilsin Hanna Isaksen, sum stóð við favninum fullum av heiðurslønum sunnukvøldið. Hon visti framman undan, at hon fór at fáa gyltu gagguna fyri at hava skotið flest mál í deildini, men at verða vald ársins stjørnuskot eisini, hevði Hanna Isaksen ikki roknað við.
Men tá hugt verður aftur á kappingarárið, so kemst ikki uttan um, at árið hevur riggað væl hjá ungu toftadamuni í gula GÍ-búnanum. 28 ferðir rakti hon málið – einaferð meiri enn Rannvá Andreasen hjá KÍ – og tí var hon eisini mest upplagda boðið til ársins stjørnuskot.
– Eg veit ikki hvussu hetta ber til, flenti Hanna Isaksen, tá hon verður spurd eftir, hvussu tað ber til, at árið hevur riggað so væl hjá henni.
– Eg havi roynt at møtt til hvørja venjing, og nakað av venjing heima havi eg eisini gjørt. Liðfelagarnir hava eisini verið ein góð hjálp og ein hollur stuðul, sigur ársins stjørnuskot 2006, Hanna Isaksen.