Kular Røtur úr Klaksvík hava rættiliga gjørt um seg í árinum, sum nærum er farið. Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen úr Klaksvík eru tveir ov orkudeplunum aftanfyri Kular Røtur, umframt leikarar og sangarar úr Klaksvík.
Men afturat sær hava Kular Røtur eina góða rødd av Tvøroyri. Røddina eigur 11 ára gamli Brandur Enni. Brandur Enni kom rættiliga fram, tá hann í 1999 var við á fløguni hjá Jens Mortan Mortensen, ið nevndist MánadagsMortan.
Jens Mortan hoyrdi tann tá 8 ára gamla Brand til eina jólakonsert í høllini í Trongisvági og síðani kom hann við á fløguna MánadagsMortan, sum kom út í desember í 1999. Umvegis Gissur Patursson og pápabeiggja Brand, Birgir Enni, kom samaband í lag millum Steintór Rasmussen og Brand. Úrslitið var, at Brandur sang við á Kular Røtur II, sum kom út fyrst í ár 2000. Har sang Brandur Hundur mín Kingoson og Heyg og Lág.
Ongantíð ætlanin
Brandur Enni er við síni vøkru rødd og frálíka sangi óivað stórsta stjørnuskot í ár 2000. Men tað stuttliga við hesi søguni er, at tað ikki var ætlanin, at Brandur skuldi við á nakra fløgu hjá klaksvíkingunum. Hann var í fyrsta umfarið bert biðin um at syngja til eina konsert á Kambsdali. Har sungu Brandur og eldri bróður hansara Trónndur (eisini kendur úr Wild Child) nakað av tí, ið teir høvdu sungið, tá føroyskt kvøld var á Broadway í Íslandi. Eftir hetta var leyst og liðugt og Brandur gjørist ein teirra, ið sang á fløguni Kulum Rótum 2. Fyri jól kom Kular Røtur 3 og videoband. Brandur syngur har eitt kvæðakent popplag, nevnt Bókin, og sangin um Jólamannin.
Strævi
Brandur er av familju, ið er í tónleikaheiminum. Mamman og pápin spæla í Tvøroyrar Hornorkestri, og tað gera øll børn teirra. Um jólini spældi Tvøroyrar Hornorkestur í Vágs Kirkju og har spældi Brandur Enni frálíkt solo á cornett. Hann hevur spælt horn síðani skúlaaldur. Bróður hansrara, Tróndur, hevur í hálvt triðja ár lisið tónleik í Íslandi, eisini hann leikar horn, umframt at leika bassguitar.
Uppá spurningin, hvussu tað er at vera kendur, sigur Brandur lítillátin: Eg haldi ikki, at eg eri so kendur!.
Tó er tað hent, at onkur, ið hann slett ikki kennir, hevur spurt hann, um hann er Brandur??.
- Vinmenninir taka tað tó helt pent og einki er broytt í so máta, sigur Brandur.
Um lívið í einum upptøkuhøli sigur Brandur Enni, at tað kann vera strævið. Har ganga hálvir ella heilir dagar við at syngja ein sang inn og so skal alt takast og hoyrast umaftur og umaftur.
Framtíðin
Um framtíðina sigur Brandur, at ætlanir eru um at umseta teir bestu sangirnar hjá Kulum Rótum til enskt og at royna hetta á altjóða marknaðinum.
Umframt skal Brandur til Íslands í januar. Hann hevur frí úr skúlanum á Tvøroyri í 3 vikur og skal ganga í skúla í Íslandi. Føroyskir dagar eru á tí, ið nevnist Fjørðukráin, har ymisk listafólk úr Føroyum luttaka. Tróndur og Brandur luttaka har og møguliga skulu teir eisini í morgunsendingina hjá íslendska sjónvarpinum.
11 ára gamla sangstjørnan av Tvøroyri hevur úr at gera, men á Tvøroyri gongur alt sína vanligu gongd og somuleiðis gerandisdagurin hjá einum av stjørnuskotunum í ár 2000