Leygarkvøldið verður 2. umfar av Ársins Songrødd 2011 og hesaferð verður tiltakið í Eydnuni á Oyrarbakka.
Ársins Songrødd er farið av bakkastokki, og aftur í ár skal ein heppin vinnarin finnast.
Ársins Songrødd hevur í mong ár verið ein pallur hjá ungum, óroyndum sangarum, og vinnarar av hesari kappingini hava eitt nú verið Guðrun Sólja Jacobsen og Anna Faroe.
Kappingin tykist hava stóra undirtøku, tí aftur í ár eru tey mong, ið hava meldað seg til.
Fyrsta umfarið í ár var á Tvøroyri, og tá vóru tað Guðrið Alis Vestergaard av Økrum, og Ari Farstad av Tvøroyri, sum vunnu.
Hesaferð verða tað so eysturoyingar, sum skulu royna seg í Eydnuni.
Fyrireikarar siga, at bussar koyra úr Havn, Vestmanna, Sundalagnum og Eysturoynni, um nóg nógv tekna seg.
Les meira á heimasíðuni songroddin.com