Ársins Songrødd fyri seinastu ferð

Ársins Songrødd man ivaleyst vera ein av teimum elstu sangkappingunum, sum vit kenna til. Í øllum førum hevur hon við fáum millumbilum verið hvørt ár í nærum 30 ár. Tað var

 

Martin Mouritsen og aðrir, sum byrjaði við sangkappingini, sum tá æt “Ársins Songlerkur”, men skjótt var tað navnið broytt til heitið, sum vit kenna í dag.

 

Mong eru tey, sum hava traðka inn á tónleikapallin í Føroyum og seinnu árini út á altjóða pallin umvegis Ársins Songrødd. Nevnast kunnu Hallur Joensen, Magni Christiansen, Kaj Johannesen, James Olsen, Malan Eyðunsdóttir, Arnfríð Lutzen, Eivør Pálsdóttir, Guðrun S. Jacobsen, Jóannes Lamhauge, Sólva Ford, Anna Faroe og mong onnur, sum øll hava tað til felags, at Ársins Songrødd var startskotið til teirra yrkisleið innan tónleik. Flest øll eru virkin enn í dag, so ikki kann sigast annað enn at Ársins Songrødd hevur verið ein góð lopfjøl tónlistarliga.

 

Men nú er tíðin hjá Songrøddini komin at enda.

 

-Tíðir broytast og vit broytast við, so tíðin er komin, har endin verður settur á eitt mentanarligt virksemi, sum í nærum 30 ár hevur givið nógvum ungdómum gott undirhald. Men tað, sum mest umráðandi hevur verið er aðalmálið, nevniliga at geva teimum ungu mennandi tónlistarligan íblástur í gerandisdegnum, og sostatt eisini uttan fyri tær rammur sum sangkappingin umboðar, siga Mark Joensen, sum í mong ár hevur staðið handan Ársins Songrødd.

 

Sostatt verður Ársins Songrødd fyri seinastu ferð í ár.

 

Men longu nú kunnu fyrireikararnir staðfesta, at ein nýggj sangkapping fer av bakkastokki í februar 2012. Í longri tíð hevur nevniliga verið arbeitt við at broyta Ársins Songrødd-konseptið, men av tí at alt ov nógvar broytingar eru framdar, halda fyrireikararnir rættast er at lýsa eina nýggja sangkapping. Hvussu hendan nýggja sangkapping fer at eita, og hvat hon hevur at bjóða verður avdúkað seinni, men fyrireikararnir lovað, at hon verður ómetaliga nógv øðrvísi enn tað, sum vit frammanundan hava sæð.

 

Seinasta finalan og undanumfarið í Ársins Songrødd verður sostatt leygarkvøldið 29.okt. kl.23:30 í høllini í Runavík í samband við Mentanarvikuna, sum verður Runavík.