Ársins Songrødd: Birita og Dánial skulu umboða Havnina

Leygarkvøldið vitjaði Ársins Songrødd í Eclipse, og vinnararnir gjørdist Birtia Poulsen og Dánial Gomez, ið sostatt skulu umboða Havnina í finaluni á Kambsdali Enn eitt undanumfar av Ársins Songrødd var um vikuskiftið, og var tað hildið í Eclipse.

Nýggju vóru luttakararnir, og vinnararnir gjørdist Birta Poulsen og Dánial Gomez.

 

Mark Joensen, fyrireikari, sigur soleiðis um umfarið.

- Undanumfarið í Eclipse riggaði væl. Hølisviðurskiftini er sera góð til eitt tílíkt tiltak. Tað vóru hampiliga nógv fólk møtt upp leygarkvøldið, og tað tóktist, sum tey vóru fegin um at okkurt øðrvísi var á skránni. Áhoyrararnir stuðlaðu væl uppundir, tá ið luttakararnir framførdu, og sungu dúgliga við, tá ið tað onkuntíð stóð á, at finna tónalagið hjá summum av luttakarunum. Men sum heild vóru tað fleiri góð boð uppá songrøddir at umboða miðstaðarøkið, sigur hann.

 

Seinasta undanumfarið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði longu komandi leygarkvøld, og eisini har er fullteknað.

- Tað hava altíð verið sera góðar songrøddir frá Eysturoynni, so hetta verður eitt sera spennandi umfar, um støðið skal haldast, serstakliga um hugsa verður um undanumførini í Klasvík, og á Tvøroyri, og partvís í Havn, sigur Mark Joensen.

 

Sum áður nevnt, verður Eysturoyarumfarið leygarkvøldið komandi, og dyrnar lata upp kl.23:00.