Nú er greitt, at Ársins Songrødd 2010 byrjar í mars, og longu nú ber til at melda seg til kappingina. Ársins Songrødd hevur seinastu árini verið sera væl umtókt, og í undanfarna ári var kappingina víðka, soleiðis at fleiri umfør vóru, og kappingin fór víða um landið, fyri at finna besta sangara í Føroyum.
Vinnarin gjørdist ungan kvinnan úr Vestmanna, Birita Poulsen, og hon hevur síðani kappingina framført ymsa staðni runt landið.
Í 2008 gjørdist vinnarin Anna Nygaard, og hon er í hesum døgum við í donsku talent kappingin X-Factor, og verður fyrstu ferð at síggja komandi fríggjadag.
Ársins Songrødd 2010 verður sostatt fyrstu ferð í mars, og meira kann frættast á heimasíðuni www.songroddin.com.