Jórun Andreasen og Jórun Jacobsen fingu Ársins Rósu 2007. Rósuna fingu tær fyri teirr ótroyttiliga sjálvboðna arbeiði fyri KÍ Nógv fólk vóru komin saman til stóra jólahaldið í Klaksvík, tá jólamenn komu við jólaskipi og undirhald var á vøllinum.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, handaði Ársins Rósu, og í røðu síni segði hann millum annað:
- Vit eiga at vísa virðing og takk-semi fyri tað stóra ólønta avrik, sum gjørt verður fyri frítíðar- og ítróttarlívið her í økinum.
- At hava eitt virkið frítíðarlív er ómetaliga gott og gevandi fyri øll, ikki minst fyri okkara børn og ungu, sum har fáa ein førning fyri lívið, sum kemur teimum tilgóðar, bæði nú og seinni í lívinum.
Jórun Andreasen og Jórun Jacobsen hava í 15 ár arbeitt sjálvboðið fyri KÍ. Uppgávurnar hjá teimum hava millum annað verið:
*at vaska klæðir hjá fleiri liðum, *at pakka taskur, *at gera reint, *at vartað upp, *at vaskað upp, *at keypa inn tað neyðuga, *at taka ímóti gestum og skipa fyri kappingum og nógv, nógv annað, sum eg ikki nevni her.
umframt nevndararbeiði
Tær hava fyrr sagt um teirr arbeiði, at tær kenna tað sum sína skyldu at geva nakað aftur til ítróttarfelagið.
- Felagið hevur givið okkara børnum so nógv og tikið sær so nógv av børnunum, at tað er ikki meira enn rímiligt, at vit foreldur gera nakað afturfyri. Tað ber ikki til bara at krevja. Sum foreldur mugu vit eisini gera nakað afturfyri.