Ársins Rósa er funnin

Ársins rósa hevur skapað gleði og samanhald í lokalsamfelagnum í 67 ár

Í kvøld varð Ársins Rósa handað til jólatiltakið úti í Klaksvík, tá Jólaskipið kom til Klaksvíkar. Handanin av Ársins Rósu er vorðin ein líka fastur partur av jólasiðvenjuni sum Jólaskipið sjálvt. Í ár var 14. árið á rað, at heiðurin varð handaður, og í ár fekk Klaksvíkar Hornorkestur heiðurin. 

 


–Ársins rósa hevur verið trúfastur partur av býarmyndini í Klaksvík síðan 1950. Harvið hevur Ársins Rósa skapað gleði og samanhald í lokalsamfelagnum í heili 67 ár, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, millum annað í røðu sínari til handanina. 

 

 

–Tey munnu vera fá her í lokalsamfelagnum, sum ikki hava upplivað at notið gott og fingið gleði av tí virksemi og avriki, sum Ársins rósa hevur útint. Vit tosa ikki um nakað, sum bert er gjørt í eina tíð, nakrar mánaðir, ella nøkur ár. Nei, vit tosa jú um heili 67 ár, legði hanna aftuat.

 

 

–Óansæð um tað er Norðoyastevna ella Norðurjól, sól ella illveður, so stillar Ársins rósa upp og setur sín dám á løtuna. Ikki minst nú á jólum er Ársins rósa ein minst líka týdningarmikil partur av okkara jólasiðvenju, sum Jólaskipið sjálvt. Í fáum førum eru rósur og takkarkvøður betri uppibornar enn hesar, sum vit bera fram fyri ársins rósu í kvøld, segði Jógvan Skorheim.