Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, hevur júst handað fyrstu virðislønina á ársins Faroe Music Awards. Hendan virðislønin varð latin 22 ára gamla Eli Tausen á Lava, sum nú kann kalla seg ársins nýggja navn.
- Túsund takk fyri. Tað er ein stór æra at standa her í kvøld og fáa hesa virðislønina, segði Eli Tausen á Lava.
Eli Tausen á Lava er klaverleikari og tónaskald. Verk hansara hava verið framførd í fleiri londum, og hann gongur á konservatoriinum í Malmø. Hetta er fyrstu ferð, at eitt klassiskt tónaskald er blivið ársins nýggja navn.