Ársins mál í Noregi: Gilli tilnevndur

Mál hjá Gilla Rólantssyni er millum tíggju tey bestu í Noreg

Á fótbóltsgalla 27. novembur verður ársins mál í bestu deildini í Noreg farna kappingarár kunngjørt. Nú er greitt, at málið hjá Gilla Rólantssyni móti Sandefjord er eitt av teimum tíggju tilnevndu.

 

Øll tíggju málini síggjast við at trýst HER

 

Tað eru viðmerkjarar, serfrøðingar og tíðindafólk hjá Eurosport, sum hava valt tíggju tey bestu málini. Nú verður ein atkvøðugreiðsla, har listin verður minkaður niður í fimm tey bestu málini, sum koma víðari til finaluumfari.

- Hatta er eitt klassa kontramál haldi eg. Alt er eftir bókini. Eg eri við í uppspælinum og eigi eisini seinasta fótin, sigur Gilli Róltantsson.

Talan er í stóran mun um langskot og hegnislig mál, sum eru á listanum. Í so máta víkjur mál hjá Gilla Rólantssyni frá, tí talan er um eitt liðavrik, har bólturin endar fyri føturnar á tvøramanninum, sum skorar.

 

Til ber at atkvøða HER

 

Tað er Eurosport.no, sum stendur fyri atkvøðugreiðsluni. Vinnarin verður kunngjørdur á fótbóltsgalla, sum verður víst beinleiðis á TV2Noreg mánadagin 27. novembur.